Til Tín Kæri Vinur
Sunday, 28. May 2006, 15:58:00
Eg mátti senda tær eitt bræv fyri at siga tær, hvussu høgt eg elski teg.
Eg sá teg í gjár, tá ið tú fórt við vinum tínum - eg bíðaði allan dagin eftur tær.
Eg vónaði, at tú eisini vildi tosa við meg.
Í gjárkvøldið gav eg tær sólsetur sum ein vakran enda á uppá dagin og ein svalandi vind, so tú kundi hvóla teg, og eg bíðaði....
Eg sá teg sovna í gjárkvøldið, og mær longdist at røra viå teg - so eg sendi eina mánastrálu inn á kodda tín og á andlit títt.
Aftur bíðaði eg - eg ynskti at koma til tín, so vit kundu práta saman.
eg havi so nógvar gávur til tín, men tú vaknaði seint í morgun og skundaði tær av húsum.
Tár míni vóru í regninum.
Í dag sást tú sorgarbundin og einsamallur út - tað ger hjarta mínum ilt, tí eg skilji.
Vinir tínir sviku teg og sáraðu teg. Men eg elski teg.
Eg royni at siga tær tað í sólarljósinum og í tí vøkru náttúruni.
Mín kærleiki til tín er djúpari en havið og størri en tað sterkasta ynski í hjarta tínum.
Um tú bara visti, hvussu eg ynski at hjálpa tær.
Faðir tín er soleiðis, veitst tú.
Rópa bert á meg, spyr meg, tosa við meg!!!
Bara tú ikki gloymir meg.
Eg havi so nógv at gefa tær, men eg skal ikki órógva teg meir. - Tú kanst altíð seta teg í samband við meg, tað liggut í tínum hondum.
Eg vil bíða, tí eg elski teg.
Vinur tín.